Uppgerð við skotdrápini í USA

Uppgerð við skotdrápini í USA
Barack Obama vil hava strangari eftirlit við allari sølu av skotvápnum í USA
 
02.01.2016 - 13:19

Barack Obama, forseti í USA, segði í sjónvarpsrøðu í gjár, at hann vil hava strangari eftirlit við skotvápnum í USA.

Í røðuni legði forsetin fram eina røð av málum, hann og hansara fólk hava loyst seinastu sjey árini, men hann hevði eisini eitt nýggjárslyfti. Og tað var at gera nakað við tey mál, sum framvegis eru óloyst.

Sambært CNN vil Barack Obama tippa eitt skjótt 60 ára gamalt hol í vápnalógini. Forsetin í 1968, Lyndon B. Johnson, gjørdi nakrar reglur sum søgdu, at góðkendir vápnasølumenn skuldu tryggja, at keypararnir høvdu loyvi at eiga vápn. Tað vil siga, at keypir tú eitt skotvápn í einum handli, skalt tú prógva, at tú hevur loyvi at keypa eitt vápn.

Men hetta var ikki galdandi fyri keyp og sølu hjá privatpersónum. Keypir tú hinvegin eitt skotvápn frá einum privatpersóni, eru eingi krøv um at hava vápnaloyvi. Tískil er einki, sum forðar fyrrverandi fangum, fólki við sinnissjúku ella fólki, sum eru undir illgruna at fremja yvirgang, at keypa skotvápn, so leingi tey keypa frá einum privatum seljara. Hetta hevur havt við sær ein stóran markna uttan nakað eftirlit; serliga á internetinum og á vápnamessum, har keyp og søla av hesum slagnum fer fram.

Og tað ynskir Barack Obama at steðga.

Barack Obama er sannførdur um, at ein herd lóggáva, sum kravdi, at øll, sum keypa vápn, vórðu kannað fyrst, hevði havt við sær, at færri vóru dripin og særd av skotvápnum.

Mánadagin skal Obama á fund við løgmálaráðharran Lorettu Lynch, har tey fara at umrøða átøk, sum kunnu minka um trupulleikarnar, uttan at Kongressin skal taka støðu til hetta.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688