Viðgera nú spurning um vinarbýarsamstarv

Viðgera nú spurning um vinarbýarsamstarv
Býráðslimir í skotska býnum, Wick, fara í næstu viku at taka støðu til um býurin framvegis skal vera vinarbýur við Klaksvík
Býráðslimirnir í skotska býnum, Wick, fara í næstu viku endaliga at viðgera spurningin, um býurin skal slíta samanbandið við vinarbýin í Føroyum, Klaksvík
 
08.01.2016 - 16:09

Býráðslimirnir í skotska býnum, Wick, fara í næstu viku endaliga at viðgera spurningin, um býurin skal slíta samanbandið við vinarbýin í Føroyum, Klaksvík, ella um alt skal vera við tað gamla og vinarsambandið heldur fram. Tað skrivar BBC Scotland.

Tað var í summar, at Gail Ross, borgarstjóri í Wick, boðaði Klaksvíkar kommunu frá, at hon kann ikki góðtaka at føroyingar drepa grind.

Ikki øll eru samd

Gail Ross sendi tí Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík, bræv um, at Klaksvík er í vanda fyri at missa ein vinarbý ígjøgnum nógv ár orsaka av grindadrápi.

Men ikki øll eru samd við Gail Ross. John Rosie, býráðslimur í Thurso við norðurstrond Skotlands, skilir ikki málið. Í summar skrivaði heimasíðan hjá John O'Groat-journal:

- Tað, sum lokala stjórnin hevur gjørt, er tað tápuligasta, sum eg havi upplivað í meira enn 50 ár. Eg eri skelkaður. Vit hava havt gott samskifti í fleiri ár, og eg vil ikki, at bondini millum Føroyar og okkum verða slitin.

Sea Shepherd heitti á Wick um at kvetta samband

Fleiri bygdarfólk og býráðslimir hava djúpar kenslur fyri hesum. Býráðið í Wick hevði fund um málið mikudagin, og í fundarfrágreiðingini stendur, at sambandið millum báðar vinarbýirnar hevur verið avmarkað seinastu nógvu árini.

Seinasta almenna vitjanin var í 2001, og samband umvegis fiskivinnu millum báðar kommunurnar hevur ongan týdning longur, tí Wick er ikki ein so týðandi fiskivinnubýur longur.

Sea Sheperd skrivaði á Facebook 15. august í fjør, at felagsskapurin hevur heitt á vinarbýin um at kvetta sambandið við Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974