Tekniskir trupulleikar á Smyrli

Tekniskir trupulleikar á Smyrli
Eitt toppstykki má skiftast, og tí eru túrar avlýstir seinnapartin
 
09.01.2016 - 16:09

Smyril hevur havt tekniskar trupulleikar í dag, og tí hava túrar verið avlýstir seinnapartin.

Staðfest varð, at ein leki var í toppstykkinum á tí eina motorinum, og skiparin gjørdi av, at toppstykkið skal skiftast, áðrenn siglt verður aftur.

Smyril hevur fýra motorar, men í hesum veðrinum er ikki ráðiligt at sigla við trimum motorum, verður sagt av Strandferðsluni.

Fara vesturum

Fráferðin úr Havn klokkan fýra seinnapartin varð tí avlýst og eisini túrurin av Krambatanga klokkan 19.30.

Siglt verður av Havnini klokkan 21.15, men Strandferðslan boðar frá, at siglingartíðin verður longd einar 30-45 minuttir, tí Smyril siglir vesturum.

Eisini er fráferðin úr Havn í morgin broytt frá klokkan 11 til klokkan 12.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096