Sleppa ikki undan kringvarpsgjaldinum

Sleppa ikki undan kringvarpsgjaldinum
Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt eina klagu frá einum arbeiðsplássi um at arbeiðsplássið ikki sleppur undan at rinda kringvarpsgjald
Eitt arbeiðspláss, ið hvørki hevði sjónvarp ella útvarp, kann ikki frítakast fyri kringvarpsgjald, er niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni
 
12.01.2016 - 16:52

Arbeiðsplássið hevði hvørki sjónvarp ella útvarp, men internet, sum saman við teldu bert varð brúkt til kassaskipan og gjaldskortterminalar, skrivar umboðsmaðurin á heimasíðuni, lum.fo

Mentamálaráðið staðfesti avgerðina hjá Kringvarpi Føroya um ikki at játta frítøku fyri at rinda kringvarpsgjald.

Umboðsmaðurin samdur við Mentamálaráðnum

Umboðsmaðurin vísir á, at arbeiðsplássið hevði internetsamband og tól - altso teldu, sum, uttan at vera sjónvarp, kann móttaka sjónvarpssendingar.

Tólini kunnu ikki roknast sum hjálpartól, tí hesi ikki eru tengd at eini støðu, har brúkarin ber brek.

Vísandi til hesar umstøður, var umboðsmaðurin samdur í niðurstøðuni hjá Mentamálaráðnum um, at arbeiðsplássið ikki lýkur treytirnar fyri at vera undantikin at gjalda kringvarpsgjald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980