ES revsar stórfyritøkur

ES revsar stórfyritøkur
Í framtíðini skulu stórar altjóða fyritøkur rinda skatt í tí landinum, sum tey vinna peningin í
ES-ráðharrin í skattamálum mælir til felags reglur, sum áleggja fyritøkunum at rinda skattin har sum pengarnir verða tjentir
 
28.01.2016 - 15:13

Tað sigur ES-ráðharrin í skattamálum, Pierre Moscovici, eftir at samveldið hevur havt fleiri mál um skattasvik ímóti stórum fyritøkum sum Google, Apple, McDonalds, Fiat og Starbucks.

Ráðharrin í skattamálum mælir til felags reglur, sum áleggja fyritøkunum at rinda skattin har sum pengarnir verða tjentir.

Hann vil eisini hava londini í samveldinum at samstarva um upplýsingar um stóru fyritøkurnar, so sleppast kann undan, at summi lond gerast betri fyri enn onnur.

Vil samstarva við onnur lond eisini

Pierre Moscovici, ES-ráðharri í skattamálum, vil eisini hava samstarv við onnur lond, so tey ikki geva stóru fyritøkunum ein fyrimun av lágum skatti.

Uppskotið hjá ráðharranum er sent limalondunum í ES, sum skulu góðkenna uppskotið, áðrenn tað verður sett í verk.

ES-ráðharrin í kappingarmálum, Margrethe Vestager, hevur reist fleiri mál um ójavna kapping, sum stóru feløgini gera sær dælt av í summum av ES-londunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375