Endurskoða nú markið fyri lúsum

Endurskoða nú markið fyri lúsum
Markið fyri, hvussu nógvar lýs kunnu vera á hvørjum laksi, skal endurskoðast á fundi í Vinnumálaráðnum seinnapartin
Myndugleikarnir fara á fundi seinnapartin at leggja fram uppskot um leiðreglur at brúka eftir galdandi kunngerð og uppskot um broytingar í kunngerðini um laksalús, sum er frá 2009
 
15.02.2016 - 13:23

Seinnapartin í dag verður fundur í Vinnumálaráðnum um kunngerðina um laksalús. Vinnumálaráðið hevur biðið um fundin.

Á fundinum fara Landsdjóralæknin og Heilsufrøðiliga starvsstovan at leggja fram uppskot um leiðreglur at brúka eftir galdandi kunngerð og uppskot um broytingar í kunngerðini um laksalús, sum er frá 2009.

Markið skal lækkast

Poul Michelsen, sum er landsstýrismaður í alimálum, segði við Útvarpið fyri trimum vikum síðani, at hann fer at herða krøvini til alivinnuna fyri at fáa laksalúsina niður.

Millum verður markið lækkað fyri, hvussu nógvar lýs kunnu vera á hvørjum laksi. Poul Michelsen hevur eisini biðið alarar koma á fund í Vinnumálaráðnum um laksalúsina.

Poul Michelsen sigur, at hann er sinnaður at hjálpa við neyðugari lóggávu, um partarnir halda, at lógarbroytingar skulu til fyri at loysa trupulleikan. Kanningar vísa, at føroyskur laksur gerst alt meira fongdur við lús.

Talið tvífaldað eftir einum ári

Í desember í fjør kom talið á kynsbúnum laksalús upp á 38 milliónir. Hetta er tvær ferðir so nógv sum árið fyri, og fýra ferðir so nógv sum fyri trimum árum síðan.

Mikudagin og hósdagin í síðstu viku vóru fólk frá norska matvørueftirlitinum í Føroyum fyri at tosa við Landsdjóralæknan og Heilsufrøðiligu starvsstovuna um laksalús.

Birna Mørkøre, landsdjóralækni, sigur, at tey kunnaðu hvørt annað um støðuna í Føroyum og í Noregi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762