Fá hava søkt um granskingarstuðul

Fá hava søkt um granskingarstuðul
Tá freistin at søkja stuðul úr Granskingargrunninum var úti á middegi í gjár, vóru 26 umsóknir komnar inn. Talið er tað lægsta í nógv ár
26 umsóknir vóru komnar inn, tá freistin at søkja um stuðul úr Granskingargrunninum var úti á middegi í gjár
 
16.02.2016 - 14:09

Í 2015 komu 44 umsóknir inn og í 2014, sum var metár, komu 48 umsóknir. Tað er ilt at siga, hvørjar orsøkirnar eru, til at umsóknartalið er lækkað.

Tað kann hugsast, at nógvu játtanirnar úr Sjúkrakassagrunninum seinastu tvey árini hava mettað tørvin á heilsuøkinum nakað, sambært Granskingarráðnum.

SÍ EISINI Føroysk gransking fær nú 28 milliónir krónur

Ein onnur orsøk kann vera, at kappingin hevur verið so hørð, at hugurin at royna seg í ár er minkaður, skrivar Granskingarráðið á heimasíðuni.

13 kvinnur og 13 menn standa sum verkætlanarleiðarar í umsóknunum. Tað er javnari býti enn undanfarnu trý árini, tá munandi fleiri kvinnur enn menn søktu.

156 granskingarætlanir hava fingið stuðul

Góður triðingur av umsóknunum er til ph.d. verkætlanir. Hinar eru til aðrar styttri ella longri verkætlanir.

Treytin, fyri at fáa stuðul úr Granskingargrunninum, er, at umsøkjarin skal vera føroyingur, ella at verkætlanin skal hava tilknýti til føroyskar granskingarstovnar ella á annan hátt hava týdning í føroyskum høpi.

Tilsamans eru 156 verkætlanir stuðlaðar úr Granskingargrunninum, síðani hann varð settur á stovn í 2002, skrivar Granskingaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974