Fleiri bústaðir til fólk við serligum tørvi

Fleiri bústaðir til fólk við serligum tørvi
70 bústaðir til fólk við serligum tørvi koma næstu árini. Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum
 
18.02.2016 - 11:12

Serliga ring er støðan í Suðurstreymi. Vantandi viðlíkahald og vantandi neyðugar dagføringar hava gjørt, at 22 av 45 bústøðum í Havn kunnu ikki metast at vera hóskandi til endamálið, sigur landsstýriskvinnan.

Tað almenna fer at byggja bústaðir fyri slakar 60 mió. kr. Pengar eru játtaðir í ár, næsta ár og í 2018. Bústaðir hava avgjørt, at fimta hvør íbúð hjá teimum er ætlað fólkum við serligum tørvi.

Eirargarður má kannast nærri

Harafturat hava Bústaðir avgjørt at byggja 12 íbúðir til fólk við menningartarni og 12 íbúðir til fólk við sálarsjúku í Havn.

Alla tíðina hevur ætlanin verið, at partur av almennu játtanini skuldi brúkast til at nútímansgera bygningarnar á Eirargarði. Men nú er soppur staðfestur har.

Tí er ein umfatandi kanning neyðug, áðrenn nakað verður gjørt við Eirargarð, sigur Eyðgunn Samuelsen. Eyðgunn Samuelsen tekur í egnan barm.

Trupult at fáa Løgtingið at játta pening

Eyðgunn Samuelsen sigur, at stóri syndarin er politiska skipanin. Tað tykist vera ómetaliga trupult at fáa Løgtingið at játta nóg mikið av peningi til at viðlíkahalda almennar bygningar.

- Vit politikarar vilja helst klippa snórar og seta spakar í, meðan myndir verða tiknar. Tað selur, sigur landsstýriskvinnan.

Fjølmiðlarnir fáa eisini sítt. Teir varpa, sambært Eyðgunn Samuelsen, ikki á sama hátt ljós á viðlíkahaldskontuna hjá Landsverki. Í øllum førum ikki, fyrr enn ov seint er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974