- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vodafone nýggjan nevndarformann

Tað hendir eftir at Heiðar Guðjónsson, sum hevur verið formaður seinastu tvey árini. er givin sum formaður í nevndini. Tað er týdningarmikið at hava ein føroying í formanssessinum, og nevndin avgjørdi tí at umskipa seg.
Rúnar er 37 ára gamal, ættaður úr Havn og býr í London, har hann starvast sum stjóri á Depop, ið er ein online sølumiðstøð á snildfonini. Hann hevur starvast har sum stjóri fyri produktmenning á Vodafone Global í London og var við til at byggja upp og selja donsku vakstrarfyritøkuna ZYB Technologies.
Í nevndini fyri Vodafone sita nú Rúnar Reistrup, formaður, Heiðar Guðjónsson, næstformaður og Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóri á Smyril Line.



























