Soleiðis sær ein bilur fyri 18 milliónir út

Soleiðis sær ein bilur fyri 18 milliónir út
Onkuntíð siga tøl meira enn túsund orð, og júst soleiðis er tað, tá tosað verður um nýggja Bugatti Chiron
Nýggjasta skotið hjá Bugatti - Bugatti Chiron
Mynd: AP  
 
01.03.2016 - 10:12

Bugatti Chiron er júst avdúkaður á bilframsýning í Geneve. Bugatti Chiron hevur 1500 hestakreftir, 1600 Newton-metur í snúningsmátti, og hann kostar um 18 milliónir krónur.

Bugatti-samtakið lovar, at Chiron er heimsins mest luksusútgjørdi, sterkasti og skjótasti bilur.

Orka, sum vil nakað

Bilurin hevur 8-litrar W16 motor – eins og Veyton – og hevur fýra turboir, sum geva 1.500 hestakreftir og stórfingar 1.600 Newton-metrar í snúningsmátti.

Men samanborið við undangongubilin, Bugatti Veyron, eru kritikkarar vónbrotnir um toppferðina.

Greinin heldur fram niðanfyri myndina

Ferðmálarin gongur upp í 500, og bara 500 Bugatti Chiron-bilar verða gjørdir

Koyrikortið kann rúka

Ferðmátarin í Bugatti Chiron gongur upp í 500 km/t, og hildið verður, at bilurin kann koyra upp í 460 km/t. Men dekkini gera, at toppferðin hjá Chiron eletroniskt verður avmarkað til 420 km/t.

Bugatti vil einki annað siga um dikferðina – aksalerasjónina – úr 0 upp í 100 km/t enn, at hon verður niðanfyri 2,5 sekund. Men at koma úr 0 upp í 300 km/t fer tó at taka 13,6 sekund í einum Chrion.

Fyrsti bilurin verður seldur í august 2016, og bara 500 verða gjørdir. Hann kostar einar 18 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595