- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hann kann fáa bókmentavirðislønina 2016

Skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen, "Eg síggi teg betur í myrkri. Forspæl til ein gleðileik", er føroyska uppskotið til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Rithøvundafelagið sigur í grundgevingini fyri tilnevningina, at bókin er eitt heilskapað listaverk, har kynstriga hendingagongdin og málið verða samantvinnað í eini óloysandi heild.
Málsligi búnin er fjølbroyttur og poetiskur. Málsliga er skaldsøgan merkt av, at høvundin er yrkjari. Hetta er fimtu ferð, at Carl Johan Jensen er tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandasráðsins.
Greinin heldur fram niðanfyri
Ja, ja so so er tað kunngjørt... fyri lesarum og hvørjum dylhøvdi sum er... úti sum heima...skaldsøgan "Eg síggi teg...
Posted by Carl Jóhan Jensen on 3. mars 2016
Anna Mattsson hevur týtt bókina til svenskt í sambandi við tilnevningina. Norðurlendsku stjórnirnar stovnaðu Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 1961.
Norðurlandaráðið letur virðislønina hvørt ár. Hon hevur síðan 1995 verið 350.000 danskar krónur.
Higartil hava bara tveir føroyingar fingið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, William Heinesen fekk hana í 1965 fyri Det gode håb og Rói Patursson fekk hana í 1986 fyri yrkingasavnið Líkasum.