Ákærdir fyri harðskap og hóttan eftir lívinum

Ákærdir fyri harðskap og hóttan eftir lívinum
Málið kemur fyri í Føroya rætti í dag
Harðskapsmál verður viðgjørt í rættinum í dag. (Savnsmynd)
 
13.05.2024 - 08:28

Tveir ungir menn, annar 17 ár og hin 18, skulu í Føroya rætt í dag,

Teir eru ákærdir fyri harðskap og hóttan eftir lívinum.

Sambært ákæruritinum var hetta um náttina 20.desember 2021 í Klaksvík.

Teir lupu á ein mann, sparkaðu hann fleiri ferðir í høvdið og slógu hann fleiri ferðir í høvdið við nevunum.

 

Filmaðu álopið

Hann var eisini sligin og sparkaður í kroppin. Og teir fingu hann til at lata seg úr oman beltið.

Teir filmaðu álopið og hóttu tann álopna við knívi.

Teir søgdu við hann, sambært ákæruritinum, at um tú slær eina gentu aftur, so drepi eg teg.

Álopið var gjørt saman við tveimum øðrum, sum politiið veit, hvørjir eru, og fleiri ókendum gerningsmonnum, stendur í ákæruritinum.

Málini hjá teimum, sum politiið hevur nøvnini hjá, vera viðgjørd fyri seg hjá politinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974