Minstiforvinningurin hækkar kanska

Minstiforvinningurin hækkar kanska
Minstiforvinningurin hjá útróðrarmonnum hækkar kanska í summar. Útróðrarmenn fáa kanska frítíðarløn av forvinninginum eisini
 
03.03.2016 - 08:16

Fiskimálaráðið og formaðurin í stýrinum fyri Trygdargrunn fiskivinnunar hava tosað saman um málið, og stýrið fer at viðgera møguligar dagføringar í næstum.

Um stýrið avger til dømis at hækka minstaforvinningin og semja er millum stýrið og landsstýrismannin í fiskivinnumálum um hækkingina, verður kunngerðin broytt í rúmari tíð fyri 1.juni 2016, tí útgjaldið í verandi kunngerð er galdandi frá 1.juni í fjør til 31.mai í ár.

Tað er svarið, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna, hevur fingið frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Løgtingskvinnan sigur, at minstiforvinningurin hjá útróðrarmonnum er 18.000 kr. um mánaðin fyri skatt.

Minstiforvinningurin tætt við fátækramarkið

Frítíðarløn verður ikki latin, og onnur inntøka verður mótroknað. Minsti­for­vinningurin er tí tætt við ella um fátækra­markið, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

Hon heldur, at antin eigur minstiforvinningurin at hækka, ella eigur øll onnur inntøka ikki at verða mótroknað. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hjá fiskivinnuni eiga og umsita Trygdargrunnin.

Men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum broytir kunngerðina um útgjøldini. Høgni Hoydal heldur, at stýrið fyri Trygdargrunnin eigur eisini at viðgera spurningin um frítíðarlønina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846