Vil ikki gera lóg um kommunal útboð

Vil ikki gera lóg um kommunal útboð
Tað sæst í svari frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum til Kappingareftirlitið
Landið hevur ein portal við útboðum.
 
09.11.2026 - 06:20

Landsstýrið vil ikki gera lóg fyri kommunurnar um útboð.

Tað sæst í svari frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum til Kappingareftirlitið.

Kappingareftirlitið sigur, at vantandi útboðsreglur hava skaðiliga ávirkan.

Kappingareftirlitið heitti á landsstýrið eftir at hava gjørt eina spurnarkanning.

Hon segði, at nógv hava varhugan av, at persónlig sambond og staðseting kunnu ávirka avgerðirnar hjá kommununum.

Tey halda, at útboðsgrundarlagið er ikki gjøgnumskygt ella javnbjóðis.

Landsstýrið vil tó ikki hava ein lóg um útboð hjá kommunum.

Ein lóg kann verður ein fyrisitingarlig og løgfrøðilig tung uppgávu hjá bæði stovnum og veitarum.

Tí er landsstýrismaðurin heldur sinnaður at halda fast í ta tilgongd og mentan, sum keypsrundskrivið fyri landsmyndugleikar er við at byggja upp. 

Sjálvræði

Hann heldur eisini, at kommunala sjálvræðið inniber, at kommunustýrini sjálvi skulu hava heimildir at áseta, hvussu tær nýta skattgjaldarans pening.

Landsstýrismaðurin mælir til, at útboðsreglur vera skipaðar við áliti heldur enn við lóg. 

Og Fíggjarmálaráðið og Gjaldstovan fara at bjóða kommununum til samstarv á keypsøkunum.

Soleiðis kunnu kommunurnar fáa ágóðan av royndum og ráðgeving frá Keypi landsins umframt møguleikan at gera beinleiðis innkeypssamstarv saman.

Kappingareftirlitið tekur undir við sjónarmiðunum hjá landsstýrismanninum. 

Tey kunnu gera, at skaðiliga ávirkanin, sum vantandi útboðsreglur hava, heldur uppat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793