- Tíðindi, mentan og ítróttur
Formansval í Starvsmannafelagnum í dag

Selma Ellingsgaard gevst sum forkvinna eftir átta ár í formanssessinum, og tveir royndir fakfelagsmenn bjóða seg fram.
Talan er um Niels á Reynatúgvu og Súna Selfoss, sum báðir hava sitið í nevndini í Starvsmannafelagnum í fleiri ár.
Súni Selfoss er 51 ára gamal og starvast dagliga sum savnsvørður í Kringvarpi Føroya.
Súni er ættaður og búsitandi í Sørvági. Hann hevur sitið í nevndini í Starvsmannafelagnum tíðarskeiðið 2000 til 2006 og aftur frá 2007 til dagin í dag. Síðani 2008 hevur hann verið næstformaður í felagnum.
Niels á Reynatúgvu er 40 ára gamal og arbeiðir sum tøknifrøðingur hjá FT Neti í Føroya Tele.
Niels er ættaður av Sandi og býr á Signabø. Hann hevur sitið í nevndini hjá Starvsmannafelagnum síðani 2006.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum verður valdur fyri fýra ár í senn.



























