Fráboðanarskyldan í grindalógini ikki strikast

Fráboðanarskyldan í grindalógini ikki strikast
Nógv umrødda revsingin fyri ikki at boða frá grind skal nú strikast í grindalógini. Men fráboðanarskyldan verður standandi
Revsingin, fyri ikki at boða frá grind, skal strikast, men tað skal fráboðarskyldan ikki, heldur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
 
10.03.2016 - 10:57

Tað ætlar Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum. Fyrsta viðgerð av ætlaðu broytingunum verður í Løgtinginum í dag.

Mikið kjak stóðst av, at revsingin fyri ikki at boða frá grind varð herd við bót í fjør í sambandi við, at Sea Shepherd skipaði fyri umfatandi átaki móti grindadrápi her á landi.

Hava longu rópt varskó

Tað var serliga ferðavinnan, ið talaði harðast at, tí bæði fráboðanarskyldan og herda revsingin stygdu ferðafólk burtur. Hetta heldur ferðavinnan enn fast um.

Í hoyringssvari til lógarbroytingina, skrivar Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, at tað er sera óheppið fyri ferðavinnuna, at ferðafólk eisini eru umfatað av fráboðanarskylduni.

Hetta ger, at ferðafólk verða noydd - um tey ynskja tað ella ikki - at taka støðu til grindadráp. Og tað hevur neiliga ávirkan á ferðavinnuna.

Útlit til færri ferðafólkaskip í ár

- Vit meta ikki, at avtøka av revsingini er nóg mikið til at broyta hetta, skrivar Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, í sínum viðmerkingum.

Stjórin í Visit Faroe Islands vísir á, at tað finnast ítøkilig dømi um, at fráboðanarsskyldan styggir ferðafólk.

Eitt nú er talið av ferðafólkaskipum minkað niður í helvt í ár, tí fleiri ferðafólkaskip avgera ikki at koma til Føroyar orsakað av núverandi lóggávu á økinum.

Ikki rætt at strika fráboðanarskylduna

Hóast revsingin fyri ikki at boða frá grind nú skal strikast, so metir Fiskimálaráðið ikki, at tað er rætt at strika fráboðanarskylduna.

Fráboðanarskyldan er bæði skilhaldsregla og skylda, sum tryggjar, at grindadrápið verður skipað á besta hátt, sambært Fiskimálaráðnum.

Verður grind fráboðað ov seint ella als ikki, kann hetta elva til óskipaðan rakstur og grindadráp, sum ger, at hvalirnir líða óneyðugt, stendur í uppskotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107