Sjóvinnuhúsið kanska leigast út í 30 ár

Sjóvinnuhúsið kanska leigast út í 30 ár
Tórshavnar býráð skal nú taka støðu til ein sáttmála um at leiga Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju út í 30 ár
 
18.03.2016 - 08:06

Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju í Havn verður gistingarhús, og salsiloin verður matstova. Tórshavnar býráð skal nú taka støðu til ein sáttmála við Smyri Line um at leiga Sjóvinnuhúsið í 30 ár.

Havnarmeistarin mælir býráðnum til at taka undir við leigusáttmálanum. Málið skuldi koma fyri á býráðsfundi í gjárkvøldið, men sambært gerðabókini varð tað tikið av skrá.

Skulu rinda fyri umbygging

Sambært uppskotinum um leigusáttmálan, sum also skal verða galdandi í 30 ár, skal Smyril Line rinda fyri at umbyggja Sjóvinnuhúsið til gistingarhús.

Í Sjóvinnuhúsinum vera 91 dupultkømur og fleiri smærri fundarhøli. Í saltsiloini verður matstova á niðastu hædd til 350 fólk, og á aðru hædd verður ein minni matstova.

Á fjórðu hædd verða hølir til fyrilestar og annað til umleið 300 fólk. Sambært uppskotinum um leigusáttmálan skal Smyril Line rinda 3,3 milliónir krónur í leigu um árið.

SÍ EISINI Bacalao skal vera frítíðardepil

Fyrstu tvey árini verður leiguupphæddin tó 1,7 milliónir kr. um árið. 29. og 30. árið verður leigan slakar tvær milliónir um árið.

Heldur leigusáttmálin fram, eftir at tey 30 árini eru farin, verður leigugjaldið aftur 3,3 milliónir um árið, stendur í uppskotinum um leigusáttmálan við Smyril Line um Sjóvinnuhúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870