Tunnilin brot á byggisamtyktina

Tunnilin brot á byggisamtyktina
Zakaris Wang hevur kært innkoyringarvegin til tunnilsmunnan á Hvítanesi til Kærunevndina í lendismálum
 
28.03.2016 - 13:25

Zakaris Wang, sum er fyrrverandi formaður í ráðgevandi nevndini hjá Tórshavnar býráð fyri Hoyvík og Hvítanes, hevur kært til Kærnevndina í lendismálum um at Tunnilsfelagið, sum ger tunnilin millum Eysturoynna og Streymoynna, ger annan tunnilsmunnan á Hvítanesi.

Zakaris Wang var býráðslimur í Tórshavnar kommunu frá 1981 til 1988 og var sjálvur við til at gera byggisamtyktina fyri Hvítanes.

Sambært byggisamtyktini er tað bara loyvt at byggja sethús á økinum, har tunnilsmunnin nú verður gjørdur, og er ikki loyvt at hava nakað virksemi á økinum "sum við royki, gangi, ella við útsjónd síni ella á annan hátt eftir meting býráðsins kann vera teimum, sum uttan um búgva, til ampa."

Zakaris Wang heldur, at innkoyringarvegurin til tunnilsmunan er greitt brot á byggisamtyktina.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595