Óli og Frans gull í Danish Open

Óli og Frans gull í Danish Open
Bæði Óli Mortensen og Frans Johannesen hava vunnið gull í Danish Open. Fleiri svimjarar hava eisini sett nýggj føroysk met
 
15.04.2016 - 09:09

Føroyskir svimjarar hava higartil fingið sera góð úrslit í Danish Open.

Óli Mortensen hevur vunnið gull í 800 metra frísvimjing. Tíðin hjá Óla var 8.10.94.

Frans Johannesen vann eisini gull. Frans kom fyrst á mál í 200 m. blandað finaluni. Tíðin hjá Frans var 2.05.31. Alvi Hjelm bleiv nummar fýra við tíðini 2.08.13, sum er persónligt met.

Føroyskir svimjarar hava sostatt higartil vunnið trý gull og eitt bronsuheiðursmerki.

Í gjár vann Magnus Jákupsson gull í 100 m. rygg og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard bronsu í 1.500 m. frí

Astrið Foldarskarð føroyskt met

Astrið Foldarskarð setti eisini nýtt føroyskt met í morgun. Tað kom í 50 metra frísvimjing. Tíðin var 27,19 sekund.

Tíðin rakk til eitt pláss í B-finaluni. Gamla metið á 27,21 sekund átti Astrið sjálv. Tað var sett í FM á langgeil í mars mánaði, skrivar svimjing.com

Tað ber til at lesa meira um avrikini hjá føroysku svimjarunum á svimjing.com

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585

Meira um sama evni