Minstalønin hækkar 50 kr. um dagin

Minstalønin hækkar 50 kr. um dagin
Minstiforvinningurin til útróðrarmenn hækkar 500 kr. 1. juni
 
21.04.2016 - 08:01

Minstalønin hækkar 50 krónur um dagin frá 1.juni til nýggjárs. Hon hækkar upp í 1050 kr.

Mánaðarligi minstiforvinningurin hjá útróðrarmonnum hækkar eisini 1.juni. Hann hækkar 500 kr. upp í 18.500 kr. 

Nýggja kunngerðin um inntøkutrygd er nú send til hoyringar.  

Hon krevur, at fiskimenn skulu ikki bara búgva í Føroyum, men eisini vera skrásettir í Landsfólkayvirlitinum fyri at fáa minstuløn.

Ein onnur broyting er, at nú er loyvdi bornfrádrátturin av bruttoavreiðingarvirðinum 3.000 kr. fyri línu og 1500 kr. fyri bátar, sum royna við øðrum reiðskapi.

Botnfrádrátturin hevur verið 2.000 kr. fyri allan reiðskap. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025