Ógreitt um Føroyar taka undir við veðurlagsavtalu

Ógreitt um Føroyar taka undir við veðurlagsavtalu
Danmark skrivar undir avtaluna, sum varð gjørd í París í desember
 
21.04.2016 - 10:12

Enn hevur landsstýrið ikki gjørt av, um Føroyar skulu verða partur av veðurlagtavtaluni, sum kom í lag í París í desember.

Skrivað verður undir avtaluna á stórari hátíðarløtu á ST-høvuðsborgini í New York í morgin, og tá fer danski orku- og umhvørvismálaráðharrin, Lars Christian Lilleholt, at binda Danmark til at halda ásetingarnar í avtaluni.

Men um Føroyar eisini vilja ganga undir treytirnar at minka um CO2 útlát og onnur umhvørvisátøk, er ikki greitt enn.

Eingin niðurstøða enn

Gunnar Holm-Jacobsen, deildarstjóri á Uttanríkistænastuni, sigur við grønlendska kringvarpið, at umhvørvismyndugleikarnir í Føroyum hava verið jaligir um avtaluna, men at Innlendismálaráðið er ikki komið til nakra niðurstøðu, tí málið er ikki liðugt viðgjørt enn. 

Gunnar Holm Jacobsen leggur afturat, at føroyskir myndugleikar hava tosað við danskar myndugleikar, og at Føroyar fara at boða dønum frá, um landsstýrið ætlar at taka undir við avtaluni ella ikki, áðrenn hon verður sett verk.

Grønlenska landsstýrið hevur boðað dønum frá, at tað tekur ikki undir við avtaluni, tí hon forðar fyri, at námsvinnan kann mennast fullvæl, og kann tí fara at kosta Grønlandi dýrt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040