Samgongan varðveitir meirilutan

Samgongan varðveitir meirilutan
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fáa ein tingsess aftrat í part, sum teir taka frá Miðflokkinum og Nýggjum Sjálvstýri
 
25.04.2016 - 16:15

Samgongan varðveitir meirilutan, og Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fáa ein tingsess aftrat í part, sum teir taka frá Nýggjum Sjálvstýri og Miðflokkinum.

Tað vísir fyrsta veljarakanningin síðani løgtingsvalið 1. sepember, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið og Miðlahúsið.

Kanningin vísir, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn varðveita sínar tilsamans 17 tingsessir.

Javnaðarflokkurin størstu afturgongdina

Javnaðarflokkurin hevur størstu afturgongdina í kanningini, 1,3 prosentstig, og fer niður í 23,8 prosent, men varðveitir sínar 8 tingsessir. 

Tjóðveldi hevur ein lítla framgongd, 0,3 prosentstig, og fær tilsamans 21 prosent. Hann varðveitir sínar 7 tingsessir.

Framsókn hevur 0,8 prosentstig í afturgongd, og fer niður í 6,1 prosent, men varðveitir báðar sínar tingsessir.

Sambandsflokkurin størstu framgongdina

Sambært kanningini hevur Sambandsflokkurin størstu framgongdina, 2,3 prosentstig, og hann hevði fingið 21 prosent, var val nú.

Sambandsflokkurin fær ein tingsess aftrat, og hevði fingið sjey tingsessir.

Fólkaflokkurin hevur eisini framgongd, 0,8 prosentstig, og hevði fingið 19,7 prosent, var val nú. Eisini Fólkaflokkurin fær ein tingsess aftrat, og hevði havt sjey, var val nú.

Miðflokkurin missir sambært kanningini 1,2 prosentstig, og fer niður í 4,3 prosent, og missir annan tingsessin.

Nýtt Sjálvstýri missir 0,1 prosent, niður í 3,9 prosent, og hevði eisini mist annan tingsessin. 

527 spurd í kanningini

Tingsessirnir, sum Miðflokkurin og Nýtt Sjálvstýri missa, fara til Sambandsflokkin og Fólkaflokkin. 

527 fólk vórðu spurd í kanningini, sum Gallup gjørdi fyri Kringvarpið og Miðlahúsið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655