- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landskappingin ongantíð verið so spennandi fyrr

Landskappingin í fótbólti hevur ongantíð verið so spennandi fyrr, tí lítið skilir tey fimm ovastu feløgini.
Við sigrinum á AB á Argjum er B36 nýtt oddalið, men tað er bara málmunurin sum skilir tvífaldu føroyameistararnar frá KÍ á øðrum plássi, sum vann 1-0 á Skála.
Mest óvæntaða úrslitinum stóð B68 fyri. Toftamenn, sum eru niðast, spældu 2-2 javnleik ímóti Víkingi, sum undan hesum umfarinum var oddalið.
NSÍ er av álvara við aftur í oddastríðnum. Við tveimum málum syrgdi Klæmint Olsen fyri einum 2-0 sigri á ÍF í Fuglafirði. NSÍ hevur nú átjan stig.
HB hevur eisini átjan stig. HB spældi málleysan 0-0 javnleik móti TB í kvøld. HB hevur bara vunnið ein av teimum síðstu fimm dystunum.
TB - HB 0-0
Skála - KÍ 0-1 (0-0)
| 89 min. | 0-1 | Páll Klettskarð |
AB - B36 2-3 (1-2)
| 08 min. | 0-1 | Jógvan S. Nolsøe |
| 22 min. | 1-1 | Dmitrije Jankovic |
| 27 min. | 1-2 | Róaldur Jakobsen (br.) |
| 65 min. | 2-2 | Patrik Johannesen (br.) |
| 72 min. | 2-3 | Jógvan S. Nolsøe |
ÍF - NSÍ 0-2 (0-0)
| 48 min. | 0-1 | Klæmint Olsen |
| 63 min. | 0-2 | Klæmint Olsen |
B68 - Víkingur 2-2 (0-1)
| 5 min. | 0-1 | Dánjal P. Lervig |
| 60 min. | 1-1 | Carlos H. Herrero |
| 65 min. | 1-2 | Magnus Jarnskor |
| 75 min. | 2-2 | Otto R. Petersen |
Støðan:
| 1.B36 | 20 |
| 2.KÍ | 20 |
| 3.Víkingur | 19 |
| 4.NSÍ | 18 |
| 5.HB | 18 |
| 6.ÍF | 14 |
| 7.Skála | 9 |
| 8.TB | 9 |
| 9.AB | 5 |
| 10.B68 | 4 |
11.umfar verður 16.mai
KÍ - HB
B36 - B68
Víkingur - ÍF
NSÍ - Skála
AB - TB




























