Fáa flogfelag at hjálpa til við flúgvingini

Fáa flogfelag at hjálpa til við flúgvingini
Atlantic Airways hevur biðið eitt bretskt flogfelag um at hjálpa sær við flúgvingini, nú tvey av trimum flogførum eru tikin úr flúgving
Atlantic Airways hevur gjørt avtalu við bretska flogfelagið Titan Airways, sum skal hjálpa til við flúgvingini, nú tvey flogfør hjá Atlantic Airways eru tikin úr flúgving
 
23.05.2016 - 10:13

Seinkingar og avlýsingar darva framvegis flúgvingina hjá Atlantic Airways, nú tvey av teimum trimum flogførunum hjá felagnum standa still og ikki kunnu flúgva.

Atlantic Airways hevur tí gjørt avtalu við bretska flogfelagið Titan Airways um at hjálpa til við flúgvingini, sigur Rasmus Niclasen, ferðslusamskipari, við útvarpið.

- Tað er frá hósdegnum, at vit fáa trupulleikar. Vit eru í samráðingum við Titan Airways, sum eisini skal hjálpa okkum um vikuskiftið, sigur Rasmus Niclasen.

Atlantic Airways vónar, at bæði flogførini hjá felagnum, sum eru tikin úr flúgving í løtuni, eru aftur fyrst í næstu viku, og at flogferðslan tá kann halda fram sum vanligt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762