Útgeva lánsbrøv fyri 225 milliónir krónur

Útgeva lánsbrøv fyri 225 milliónir krónur
Fólk, sum keypa lánsbrøvini, fáa 5,08 prosent í rentu í tíggju ár, boðar BankNordik frá
 
24.05.2016 - 08:01

Um ein mánað, tann 24. juni, gevur BankNordik út lánsbrøv fyri 225 mió. kr. Tey, sum keypa lánsbrøvini, fáa 5,08 prosent í rentu í tíggju ár, boðaði bankin frá í gjár. Tó hevur bankin møguleika fyri at gjalda lánið aftur longu um fimm ár.

Samstundis hevur BankNordik avgjørt at rinda aftur hybridan kjarnukapital, 180 mió. kr., og ábyrgdarpening, 270 milliónir. Í staðin fyri verða lánsbrøv seld fyri 225 milliónir fyri at fáa bankanum nýggjan ábyrgdarpening.

Sambært BankNordik fer hetta at spara bankanum 20 mió. kr. netto um árið. BankNordik hevur longu kannað, um áhugi er fyri lánsbrøvunum.

Forstjórin er væl nøgdur

Bankin hevur havt samband við bæði føroyskar og útlendskar íleggjarar. Bankin gleðist serliga um tann áhuga, sum føroyskir íleggjarar hava víst við at tekna ein týðandi part av lánsbrøvunum.

- Vit eru væl nøgd við tann stóra áhuga, sum íleggjarar hava víst lánsbrøvunum, sigur sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

- Rentan á nýggju lánsbrøvunum endurspeglar verandi marknaðartreytir. Tillagingin í kapitalbygnaðinum er í samsvari við komandi lógarkrøv og kapitalmál bankans.

- Harumframt fara broytingarnar at hava eina positiva nettoávirkan á rentuútreiðslurnar, sum væntandi fara at minka 20 mió. kr. um árið, sigur Árni Ellefsen.

Rentustigið er lægri nú enn í 2011, tá verandi hybridi kjarnukapitalur og ábyrgdarpeningur varð útgivin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871