Dagtilhald fyri minnisveik letur upp

Dagtilhald fyri minnisveik letur upp
Dagtilhaldið fyri minnisveik á Skála letur alment upp í dag. Tilhaldið verður í gamla sambýlinum á Skála.
 
02.06.2016 - 09:22

Ta avgerðina tók Økistænastan hjá Skálafjarðarsamtakinum fyri tveimum mánaðum síðan, eftir at stríð hevði tikið seg upp um framtíðina hjá eldrasambýlinum.

Sambýlið á Skála skuldi lata aftur sum liður í at umskipa øll eldraøkini við Skálafjørðin.

Avgerðin hjá Skálafjarðarsamstarvinum elvdi til stóra misnøgd millum fólk á Skála, sum savnaðu undirskriftir inn fyri at varðveita sambýlið.

SÍ EISINI Seinasta orðið um heimið ikki sagt enn

Eftir at hava verið og vent í Runavíkar Býráð tók samstarvið málið upp til nýggja viðgerð og avgjørdi at gera sambýlið til eitt dagtilhald fyri minnisveik.

Ætlanin við dagtilhaldinum er at stuðla heimabúgvandi, ið hava fingið staðfest demenssjúku, til ein virðiligan, virknan og innihaldsríkin gerandisdag í góðum felagsskapi, so tey kunnu búgva heima sum longst, umframt at veita avvarðandi ein lætta, vegleiðing og stuðul.

Opið hús er í sambýlinum á Skála í dag frá klokkan hálvgum fýra til klokkan hálvgum seks.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974