Halda lítið um at hann fekk munnkurv

Halda lítið um at hann fekk munnkurv
Lærarafelagið talar nú at, tí Mentamálaráðið hósdagin gav skúlastjóranum í Sankta Frans skúla munnkurv í málinum um framhaldsdeild á skúlanum
 
10.06.2016 - 10:06

Føroya Lærarafelag sigur, at Mentamálaráðið skerjir talufrælsið fyri alment sett starvsfólk, nú Mentamálaráðið hevur givið stjóranum á Santa Frans skúla boð um ikki at úttala seg meira um framhaldsdeildina á skúlanum.

- Lærararfelagið mótmælir harðliga, at Mentamálaráðið gevur einum av limum okkara boð um ikki at úttala seg alment um skúlabygnaðin í hansara egna skúla.

- Á henda hátt setir Mentamálaráðið hansara grundlógartryggjaðu rættindi at úttala seg grovliga til viks, heldur Lærarafelagið, og biður landsstýriskvinnuna kanna málið innanhýsis í Mentamálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804