Nevndarformaðurin settur sum stjóri

Nevndarformaðurin settur sum stjóri
Rúnar Reistrup tekur við sum stjóri í Vodafone eftir Gudny Langgaard, sum legði frá sær herfyri
 
22.06.2016 - 09:02

Rúnar Reistrup hevur verið nevndarlimur í Vodafone síðan 2013 og gjørdist nevndarformaður fyrr í ár. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir úr altjóða KT- og televinnuni, umframt at hann hevur royndir sum íverkseti og stjóri.

Rúnar Reistrup arbeiddi fyri eitt av heimsins størstu telefeløgum, Vodafone Group í London, frá 2009 til 2013, har hann frá 2011 røkti starvið sum Global Head of Products.

Seinastu árini hevur Rúnar Reistrup verið stjóri í Depop, har hann eisini hevur verið í nevndini. Hann heldur fram sum íleggjari í Depop.

Fíggjarstjórin hjá Vodafone, Bárður Nielsen, røkir starvið sum fyribilsstjóri, til Rúnar Reistrup tekur við í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227