Islamskur Statur dripið 20 gíslar í Bangladesh

Islamskur Statur dripið 20 gíslar í Bangladesh
Islamskur statur hevur gjørt um seg í Bangladesh. 20 útlendingar - úr Italia og Japan hava latið lív í eini gíslatøku í høvuðsstaðnum Dhaka
 
02.07.2016 - 12:58

Islamskur statur hevur aftur gjørt um seg, hesaferð í suðurasiatiska landinum Bangladesh. 20 útlendingar - fleiri úr Italia og Japan hava latið lív í eini gíslatøku í høvuðstaðnum Dhaka. 

Vápnaðir menn hertóku í gjárkvøldi eina kaffistovu, og tá stjórnardeildir 12 tímar seinna tóku ræði á kaffistovuni aftur, høvdu vápnaðu menninir dripið 20 gíslar. 

 

BBC skrivar, at 13 fólk vórðu bjargað. Seks gerningsmenn vóru skotnir og ein varð handtikin. Fólk vóru komin á kaffistovuna at eta seint í gjárkvøldi eftir at hava fastað allan dagin í sambandi við heilaga islamska Ramadan mánaðin. 

"Hetta vóru muslimar uttan uttan trúgv," sigur forsætisráðharrin Sheikh Hasina í Bangladesh. Vitni hava greitt frá, at vápnaðu menninir pínu og drupu teir gíslar, sum ikki orðarætt dugdu at efturgeva ørindi úr Koranini.

Teir gíslar sum ikki vóru útlendingar og sum dugdu Koranina fingu bæði mat og drekka frá rænarunum.

 

171 milliónir fólk búgva í Bangladesh, ið er eitt av fátækasu londum í Asia. Landið er muslimskt, men seinastu mánaðirnar hava víðgongdir bólkar gjørt alt meiri um seg - millum annað eru fólk sum tala fyri trúarfrælsi, talufrælsi og rættindum fyri samkynd  álopin og myrd.

Eftir hendingina í gjár, sigur stjórnin tað nú vera sítt allarfremsta mál at basa víðgongdum yvirgangsfólki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968