Fýra leiguflogfør hendanvegin í 2017

Fýra leiguflogfør hendanvegin í 2017
Ein estlendsk ferðaskrivstova ætlar at senda fýra leiguflogfør til Føroya í næsta ár. Fyrsta royndin hjá felagnum eydnaðist væl
Estlendska ferðaskrivstovan, Germalo, ætlar at senda fýra leiguflogfør sum hetta til Føroya í 2017
Mynd: Wikipedia/Creative Commons  
 
12.07.2016 - 10:33

Fyrsta royndin hjá estlendsku ferðaskrivstovuni, Germalo, eydnaðist somikið væl, at felagið næsta ár ætlar at senda fýra leiguflogfør við ferðafólki, beinleiðis úr Tallin, til Føroyar, skrivar Vágaportalurin.

Í síðstu viku kom eitt Airbus A320-flogfar við fleiri enn 180 ferðafólkum úr Estlandi. Talan var um størsta leiguflogfar, sum er lent í Føroyum. Ferðaliðið fer avstaðaftur í kvøld.

Vitjanin í Føroyum er somikið væleydnað, at estlendska ferðaskrivstovan, sum skipaði fyri túrinum, ætlar at gera fýra túrar til Føroya næsta ár, skrivar Vágaportalurin. Felagið sendir longu nógv ferðafólk til Íslands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598