Mæla frá at eta norskan laks

Mæla frá at eta norskan laks
Danska Náttúruverndarfelagið heitir nú á danir um ikki at keypa norskan aldan laks
 
14.07.2016 - 16:54

Stóri eftirspurningurin eftir aldum laksi hevur við sær, at alsamt fleiri laksar eru í alibrúkunum sum eru á sjónum í Noreg, og tí er vandi fyri umhvørvinum, sigur danska náttúruverndarfelagið.

Felagið vísir á, at laksalús ger nógv um seg í norsku alibrúkunum, og ein orsøk er, at laksurin stendur ov tætt.

SÍ EISINI Laksaprísurin í Noregi hækkar

Fyri at basa laksalúsini, verða stórar nøgdir av eiturevnum nýtt, og felagið vísir á, at norska alivinnan í fjør nýtti 67.000 tons av ymsum evnum, fyri at fáa tamarhald á laksalúsini.

Ístaðin fyri at keypa aldan laks úr Noreg, so vísir felagið til aðrar hættir at ala uppá, millum annað til alibrúkið Langsand Laks, sum alir laks á landi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514