Faroe Petroleum keypir part í donskum orkufelagi

Faroe Petroleum keypir part í donskum orkufelagi
Faroe Petroleum Norge hevur keypt ein tíggjundapart av oljuvirkseminum hjá danska orkufelagnum, Dong Energy
Mynd: Dong Energy  
 
17.07.2016 - 10:49

Talan er um fimm olju- og gassleiðir í norskum øki, og keypsprísurin er umleið eina hálva milliard kr., upplýsir Dong fyri Berlingske Business.

Virksemi er á øllum leiðunum, og í løtuni koma 12.000 tunnur av olju um dagin úr økjunum.

Fleiri um boðið

Greinarar hava leingi sett spurnartekin við, um Dong er rætti eigarin av olju og gassi, eftir at felagið fór undir at arbeiða við vindmyllum.

Dong var í samráðingum við Mærsk Oil um at sølu av olju- og gassvirkseminum, men samráðingarnar endaðu úrslitaleysar, tí partarnir kundu ikki semjast um prísin.

Faroe Petroleum hevði í fjør ein umsetning uppá slakar 1,5 milliardir kr., í mun til umsetningin hjá Dong, sum var 12 milliardir kr.

Skaffa fígging

Faroe Petroleum megnar ikki sum er, at keypa virksemið frá DONG, men felagið hevur boðað frá, at tað fer at finna tær 533 milliónir kr., sum skulu fíggja keypið.

Tá Faroe Petroleum gjørdi av at bjóða, vísti felagið á, at olju- og gassleiðirnar hjá DONG høvdu stóran strategiskan týdning fyri felagið, tí tað vildi geva ein skattafyrimun uppá 84 milliónir dollarar, tí ymsir norskir frádráttir gera tað møguligt.

Hóast Dong nú selur fimm olju- og gassleiðir til Faroe Petroleum, so er Dong framvegis virkið í norskum øki, tí felagið eigur gassleiðina Ormin Langa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846