Útlendskir pengar í alingini skulu endurskoðast

Útlendskir pengar í alingini skulu endurskoðast
Landsstýrið fer at biðja løgtingið endurskoða alilógirnar
Lógirnar um alivinnuna skulu endurskoðast.
 
29.07.2016 - 16:22

Útlendskur ognarskapur í føroysku alivinnuni skal endurskoðast.

Tað hevur landsstýrið sett sær fyri. 

Vinnumálaráðið kemur í tingið við einum lógaruppskoti um at áseta nýggjar og endurskoðaðar reglur um eigaraavmarkingar og um útlendskan eigaraskap í alivinnuni.

Harafturat verður øll alilóggávan endurskoðað. 

Endamálið við tí er fáa eina greiðari og meira hóskandi skipan fyri nýtslurætt og atgongd til tøku aliøkini. 

Harafturat kemur lógaruppskot, sum skal tryggja, at laksalúsatølini hjá alibrúkunum verða almannakunngjørd.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507