Russland sleppur møguliga at luttaka á OL

Russland sleppur møguliga at luttaka á OL
Ein trý-manna nevnd undir IOC skal avgerða endaligu lagnuna hjá teimum 250 russisku ítróttarfólkunum, sum hava klárað OL-krøvini.
 
31.07.2016 - 13:31

Altjóða olympiska nevndin, IOC, hevur hálsað um og avgjørt, at tað verður ein trý-manna nevnd undir IOC, ið skal endaliga skal avgerða um russisku ótrottarfólkini skulu sleppa við til OL.

 

Í nevndini undir IOC sita Ugur Erdener,  formaður í heilsu- og vísindanevndini hjá IOC, Claudia Bokel, ið situr í nevndini fyri frælsan ítrótt hjá IOC, og spanski IOC limurin, Juan Antonio Samaranch yngri, ið er sonur fyrrverandi IOC forsetan við sama navni. 

 

Altjóða Olympiska nevndin, IOC, ætlaði upprunaliga ikki av sínum eintingum at útihýsa russisk ítróttafólk frá olympisku leikunum, men vildi hava altjóða sersambondini at taka avgerðina.

 

Altjóða anti-doping felagsskapurin, WADA, hevur annars mælt til, at øll russisk ítóttarfólk verða útihýst frá olympisku leikunum, eftir at tað er komið fram, at prógv eru fyri, at ein uppfatandi, stjórnar-stýrd, doping-skipan hevur virkað seinastu fýra árini í Russlandi. 

Altjóða sambandið fyri fræslan ítrótt, IAAF, hevur boðað frá, at tey ikki vilja hava russisk ítróttafólk við til leikirnar í OL.

 

Olypisku leikirnir byrja í Rio fríggjadagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216834
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714