Mugu játta meira pening

Mugu játta meira pening
Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum er biðin um at játta 3,1 millión krónur til at kortleggja landgrunnin við Føroyar og Grønland
 
25.08.2016 - 14:49

Fíggjarnevndin hevur fund í næstu viku. Tá verður umbønin frá stjórnini um fleiri pengar viðgjørd. Ábyrgdin av málsøkinum er flutt frá Uddannelses- og Forskningsministeriet til Energi-, Forsynings- og Klimaministeriet.

Pengarnir verða brúktir til at eyðmerkja landgrunsleiðirnar, ið skulu brúkast í krøvunum til ST um nýggjan landgrunn. Danmark hevur fimm slík krøv, tvey fyri Føroyar og trý fyri Grønland.

Neyðugt er nú at játta fleiri pengar í 2016, so arbeiðið ikki steðgar. Hildið verður eisini, at neyðugt verður at hækka játtanina hálva aðru millión krónur árini 2017-2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486