Kommunurnar sera ymiska nettoskuld

Kommunurnar sera ymiska nettoskuld
Onkur kommuna í Føroyum skyldar 33.000 krónur netto fyri fólkið meðan onkur onnur kommuna eigur 164.000 krónur eftir upp á fólkið
Tað er ymiskt, hvussu nógva nettoskuld kommunurnar í Føroyum hava, sambært Fíggjarmálaráðnum. Runavíkar kommuna skyldar 33.000 krónur netto fyri fólkið
 
26.08.2016 - 08:34

Runavík og Fugloy er ávikavist ovast og niðast á listanum, tá ræður um nettoskuld upp á fólkið hjá kommununum

Sambært listanum, sum Fíggjarmálaráðið kunngjørdi í gjár, skyldar Runavíkar kommuna 33.000 krónur netto fyri fólkið.

Stendur væl til í Fugloynni

Men í Fugloynni er fíggjarliga støðan so góð, at kommunan eigur 164.000 krónur eftir upp á fólkið, tá skuld og ogn eru mótroknaðar.

Húsavík er tó niðast á listanum, men har eru kortini eingi tøl um skuld og ogn. Seks aðrar kommunur eru í somu støðu sum Fugloy.

Tær eru Skúvoy, Húsar, Kunoy, Tórshavn, Eiði og Hvannasund. Hjá teimum stendur eisini eitt minus framman fyri nettoskuldina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542