Lívfrøðingur: Bannið heldur fisking enn grindarápi

Lívfrøðingur: Bannið heldur fisking enn grindarápi
Grindahvalur fær alt ov nógva umrøðu, tá tað snýr seg um burðardyggar stovnar í sjónum, sigur lívfrøðingur. Hvalurin er ikki hóttur, heldur hann
Grindahvalurin er ikki hóttur. Hinvegin eru nøkur fiskasløg hótt, tí so nógv verður fiskað, heldur danskur lívfrøðingur
 
28.08.2016 - 17:03

- Hinvegin oyða vit tey álvarsliga hóttu fiskasløgini, toskin í Eystursjónum og sildina ymsastaðni. Men fiskur er tað býtta djórið, hvalurin tað klóka, og loyvt er eftir øllum at døma at gera mun á teimum.

Tað heldur Carl Kinze, sum er lívfrøðingur og hvalaserfrøðingur. Í samrøðu við danska blaðið Jyllands-Posten sigur hann, at grindahvalurin er ikki hóttur.

- Vit hava alt ov nógv fyrilit við vinnuni, sum fer at oyða fiskastovnarnar. Tá tað snýr seg um grind, er tað lutfalsliga lítið, sum eitt lítið land drepur, sigur Carl Kinze í samrøðu við Jyllands-Posten.

Í somu grein greiðir lívfrøðingurin eisini frá, at grindadráp vanliga ganga skjótt fyri seg og eru væl skipað. Hoyr meira í útvarpstíðindunum klokkan 18 í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229