SU-reglur ávirka Grønland

SU-reglur ávirka Grønland
Nýggja uppskotið um SU fer at fáa óhepnar avleiðingar fyri grønlendsk lesandi og Grønland sum heild
 
03.09.2016 - 14:28

Nýggja uppskotið um SU fer at fáa óhepnar avleiðingar fyri grønlendsk lesandi og Grønland sum heild. Tað heldur felagið, Avalak, sum er felagið hjá grønlendskum lesandi í Danmark.

Felagið er ørkymlað av broytingunum, sum danska stórnin í vikuni boðaði frá. Fyri tað fyrsta skal mánaðarligi studningurin, sum í dag er 5.941 krónur, minkast við 800 krónum. Afturfyri skulu tey lesandi fáa møguleika at fáa størri SU-lán enn í dag. 

Felagið hjá grønlendskum lesandi hevði fund um nýggju reglurnar hóskvøldið, og har var niðurstøðan, at broytingarnar eru av tí ringa.

Hetta er ein uppgerð við danska vælferðarstatin og rættin hjá øllum at fáa eina útbúgving, sigur Marie Kahlig, forkvinna í Avalak.

Tey óttast fyri, at tað verður torførari at fáa grønlendingar heim aftur til Grønland eftir loknan lesnað. Stjórnin lovar nevniliga ein serligan skattafrádrátt trý tey fyrstu árini eftir loknan lestur, men treytin er at man býr í Danmark.

Hetta kann gera, at nýútbúnir grønlendingar heldur vilja vera verandi í Danmark fyrstu árini eftir loknan lestur.

- Hetta samsvarar ikki við ynskjunum hjá Grønlandi um at fáa tey lesandi aftur til Grønlands sum skjótast. Hetta fer óbeinleiðis at tyngja grønlendska búskapin, sum frammanundan er sperdur, vísir Marie Khalig á.

Landsstýriskvinnan í útbúgvingarmálum, Nivi Olsen, sigur seg ikki óttast fyri, at nýggju SU-reglurnar fara at hava keðiligar avleiðingar fyri Grønland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592