Selja nú fyrsta svartkjaftin

Selja nú fyrsta svartkjaftin
Fyrstu tonsini av svartkjafti verða seld á uppboðsølu seinnapartin. 5000 tons verða seld á opnari uppboðssølu hjá Fiskamarknaði Føroya
Klokkan trý seinnapartin verða fyrstu tonsini av svartkjafti seld á opnari uppboðssølu
 
05.09.2016 - 10:57

Tað merkir, at tey, sum vilja keypa svartkjaftakvotu, kappbjóða um prísin. Svartkjafturin verður seldur í 15 umførum, 14 linjur við 340 tonsum og ein linja við 240 tonsum.

Uppboðssølan á Fiskamarknaðinum byrjar klokkan trý seinnapartin. Landsstýrið hevur gjørt av at selja 20.000 tons av svartkjafti á uppboðssølu í summar.

SÍ EISINI Stórur áhugi fyri uppboðssøluni í Føroyum

Fyrstu 5000 tonsini verða sum nevnt seld á opnari uppboðssølu í dag. Mánadagin um eina viku selir Fiskamarknaðurin 5000 tons afturat á opnari uppboðssølu.

Hini 10.000 tonsini verða seld á afturlatnaðari uppboðssølu. Tað merkir, at øll geva tilboð frammanundan. Vørn skipar fyri afturlatnu uppboðssølunum av svartkjafti. Helvtin verður selt hósdagin og hin helvtin hósdagin í næstu viku.

Fyrr í summar hevur landsstýrið selt makrel, norðhavssild og botnfisk í Barentshavinum á uppboðssølu. Tær uppboðssølurnar góvu landskassanum góðar 57 milliónir krónur í inntøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. apríl
Morgunlestur mikudagur 22.apríl 2026
207136
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263