Tjóðbankin rópar nú varskó

Tjóðbankin rópar nú varskó
Danski Tjóðbankin ávarar í seinastu frágreiðing síni um, at búskapurin í Føroyum er heitur, og at hann fer at hitna uppaftur meiri
Vandi er fyri, at búskapurin í Føroyum verður ov heitur, serliga í byggivinnuni. Tí mælir Tjóðbankin til, at bygnaðarliga hallið hjá tí almenna verður vent til avlop skjótt
 
15.09.2016 - 11:45

Eftir fleiri ár við vaksandi útflutningsinntøkum, millum annað tí prísurin á alilaksi er høgur, og stórum nøgdum av makreli og sild, so heldur hákonjunkururin fram við styrktari megi í 2016, sigur Tjóðbankin í frágreiðingini.

Serliga er tað stóri eftirspurningurin bæði innan- og uttanlands, sum smyr hjólini, og Tjóðbankin sigur, eins og føroyska Búskaparráðið, at tað serliga eru tær ógvuliga stóru íløgurnar hjá tí almenna og hjá almennu feløgunum, sum fara at hava vøkstur við sær næstu árini.

Tjóðbankin skrivar í frágreiðingini

Vandi er fyri, at búskapurin verður ov heitur, serliga í byggivinnuni, og tí mælir Tjóðbankin til, at bygnaðarliga hallið hjá tí almenna verður vent til avlop skjótari, enn myndugleikarnir annars høvdu ætlað.

Eisini mælir Tjóðbankin til, at fíggjarpolitisku langtíðaravbjóðingarnar verða loystar beinanvegin, og at bæði fíggjarlógin hjá landinum og fíggjarætlanirnar hjá kommununum verða samskipaðar, so almenni fíggjargeirin kann stýrast betur.

Tjóðbankin ávarar eisini um tær ovurstóru almennu íløgurnar, sum skulu gerast í tunlar næstu árini, og mælir landsstýrinum til at umhugsa, um onkrar av hesum stóru íløgum kunnu útsetast.

SÍ EISINI Búskarráðið: Nú sansar at

Tjóðbankin mælir eisini landsstýrinum til at minka skattafyrimunirnar, sum handverkarar í byggivinnuni fáa.

Arbeiðsloysið í Føroyum er 2,4 prosent og nærkast nú arbeiðsloysinum, sum var í 2007-08, tá tað var metlítið.

Metlítla arbeiðsloysið ber eisini boð um, at landsstýrið og kommunurnar mugu halda aftur og ikki víðka virksemið, skrivar Tjóðbankin, sum mælir til, at nýskipanir verða gjørdar, sum tryggja, at arbeiðsmegin veksur í Føroyum.

SÍ EISINI Neyðugt at halda aftur

Her nevnir Tjóðbankin beinleiðis handverksvinnuna. Nógvir handverkarar búgva Føroyum, men teir arbeiða uttanlands, har løn og skattafyrimunir draga.

- Landsstýrið kann tálma árinunum av tvørrandi arbeiðsmegi við at minka um skattafyrimunirnar til handverkarar.

- Hetta vil samstundis minka um vandan fyri ov heitum búskapi. Og slík nýskipan fer eisini at vaksa um skattainntøkurnar, skrivar Tjóðbankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678