- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fróðskaparsetrið flytur kanska inn her
Skal Fróðskaparsetrið flyta inn í tóma Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju í Havn. Tann spurningin viðgera Tórshavnar Kommuna og Mentamálaráðið í løtuni.
Tað vátta Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu og Rigmor Dam, Landsstýriskvinna í Mentamálum. Partarnir eru tó ósamdir um, hvussu langt man er komin á leið við samráðingunum.
Óvist um bygningurin kann brúkast
Sambært Sjúrða Olsen flytur Fróðskaparsetrið inn við skúlabyrjan 2017, um alt gongur eftir ætlan. Men hvørki Rigmor Dam ella Poul Geert, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, siga seg kenna nakað til tað.
- Vit hava verið í samráðingum, men enn er eftir at taka støðu til, um bygningurin er hóskandi, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
Fróðskaparsetur Føroya fer væntandi at flyta oman í Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju í Havn. Tað sigur Sjúrður Olsen, formaður fyri Vinnunevndina í Tórshavnar Kommunu.
Vinnunevndin skal taka støðu
Tað er áhugi fyri bygninginum frá tveimum pørtum. Annar møguleiki er at flyta Setrið oman í bygningin og hin møguleikin er at bygningurin skal húsa eini Heilsumiðstøð.
Gomlu Saltsøluna umvældi Tórshavnar Kommuna fyri 100 milliónir krónur tí ein miðdepil fyri maritimt virksemi í Føroyum skuldi gerast, men tá tað kom saman um eydnaðist ikki at fáa maritimt virksemi inn í bygningin.
Tí hevur verið leitað eftir øðrum keyparum ella leigarum, og tað hevur gingið striltið. Men í løtuni tekur Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu altso støðu til um bygningurin skal húsa eini Heilsumiðstøð ella Fróðskaparsetrinum.
Rektarin onga viðmerking
Sjúrður Olsen er ikki vælnøgdur við, at tað ikki eydnaðist at fáa vinnuna at húsast í bygninginum. Men hann sigur, at hetta er ein fín "plan B."
Formaðurin í Vinnunevndini sigur tó, at freistin fyri at finna eina loysn er ikki fyrrenn 1. oktober, og enn verða aðrir møguleikar eisini viðgjørdir.
Fróðskaparsetur Føroya fer at flyta inn í Sjóvinnuhúsið við skúlabyrjan 2017, gongur tað eftir ætlan. Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Sigurð í Jákupsstovu, vil ikki gera viðmerkingar áðrenn avgerðin er tikin.