Ætlar sær báðar sessirnar

bannari
Ætlar sær báðar sessirnar
Torbjørn Jacobsen fer at vera fólkatingsmaður og borgarstjóri í senn, fær hann góðkenning frá kommunustýrinum í Runavík
 
07.10.2016 - 13:39

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, fer nú at heita á býráðið um at geva sær loyvi, at røkja starvið sum borgarstjóri samstundis sum fólkatingssessin.

Hóast hann fer at heita á býráðið í Runavík um at fáa loyvi at røkja báðar sessirnar samstundis, ásannar hann, at tað kann gerast neyðugt at fara í farloyvi.

- Fyri at fáa tingini at ganga upp, verði eg noyddur til at fara í farloyvi og lata varaborgarstjóran taka yvir í ávísum tíðarskeiðum, sigur hann við útvarpið.

 Nú stendur tað so til Runavíkar býráð at gera av, um Tórbjørn Jacobsen kann røkja borgarstjórastarvið frá 18. oktober og árið út, skal hann í Fólkatingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. juni
Fótbóltur: Georgia - Føroyar
192885
Mikudag 4. juni
KAKUMiKS (5:7) - teknmálstulkað
192833
Mikudag 4. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192827
Týsdag 3. juni
Veðrið
192798