Føroyingar ikki áhuga fyri fiskinum

Føroyingar ikki áhuga fyri fiskinum
Eingin áhugi er í Føroyum fyri fiskinum úr Barentshavinum, sum varð keyptur á uppboðssøluni fyrr í ár
 
12.10.2016 - 13:22

Tríggjar lastir eru higartil bodnar út á Fiskamarknaðinum. Reiðaríini áseta sjálv minstaprísin. Men einki boð kom, bara onkur fyrispurningur, sigur stjórin í Fiskamarknaðinum, Høgni Hansen.

Í gjár vóru 531 tons av flaki hjá Gadusi á Fiskamarknaðinum, fríggjadagin royndi Sjúrðarberg at selja 138 tons av frystum fiski. 30. august vóru 125 tons av flaki hjá Ennibergi á Fiskamarknaðinum, men eingin bjóðaði upp á fiskin.

Sambært lógini og kunngerðini um royndaruppboðssøluna skal fiskurin úr Barentshavinum bjóðast út til føroyskar fiskakeyparar. Men kemur einki boð, kunnu reiðaríini selja fiskin sum tey vilja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087