Atkvøða um Landsbankan

Atkvøða um Landsbankan
Løgtingið fer týsdagin at atkvøða, um landsbankin skal endurstovnast á nýggjárinum, og um vit skulu hava eitt váðaráð
Týsdagin fer Løgtingið at atkvøða um Landsbankin skal endurstovnast. Tað er óneyðugt at endurstovna Landsbankan, halda andstøðuflokkarnir í Fíggjarnevndini
 
17.10.2016 - 07:58

Samgonguflokkarnir í Fíggjarnevndini taka undir við uppskotinum hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum. 

Andstøðuflokkarnir mælta til at broyta navnið á Gjaldstovuni til Landsbanka Føroya. 

SÍ EISINI Fíggjanevndin viðger landsbanka og váðaráð

Samongan hevur sett sær fyri at endurstovna Landsbanka Føroya við tí endamáli at virka fyri fíggjarligum støðufesti.

Bankin skal virka sum ein óheftur, almennur, fíggjar- og greiningarstovnur, og hann skal eisini ávara og byrgja fyri, at nýggjar fíggjar- og búskaparkreppur raka okkum so meint. 

Neyðugt við váðaráði

Samgonguflokkarnir í Fíggjarnevndini halda tað eisini vera serliga neyðugt við einum váðaráði, tá havt verður í huga, at eftirlitið á fíggjarmarknaðinum er tvíbýtt nillum Føroyar og Danmark. 

Hetta er ein avbjóðing, og tað hevur avgerandi týdning fyri, at Váðaráðið fer at virka sum ætlað, at greiði fæst á hesum viðurskiftum.

Serliga tá ræður um at fáa viðkomandi upplýsingar frá fíggjareftirlitinum, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini. 

Mæla til at strika heimild

Undir viðgerðini av málinum er komið fram, at fleiri løgtingsfólk ivast í, um tað er rætt, at landsbankin skal fáa heimild at veita kommunum og almennum grunnum lán.

Í eini roynd at tryggja størri undirtøku fyri lógaruppskotinum mæla samgonguflokkarnir í Fíggjarnevndini tí til at strika hesa heimildina.

Eisini verður skotið upp, at starvsfólk, hjálparfólk og onnur, sum fáa kunnleika til trúnaðarupplýsingar í lansbankanum og váðaráðnum, skulu hava tagnarskyldum, eisini eftir at starvstíðin er lokin. 

Andstøðuflokkar: Landsbankin óneyðugur

Andstøðuflokkarnir í Fíggjarnevndini siga, at tað er óneyðugt at stovna landsbanka, tí uppgávurnar, sum bankin eftir ætlan skal fáa, verða í væl røktar av øðrum stovnum undir landinum.

Skipanin við váðaráði er eisini óneyðug, so leingi fíggjareftirlitið ikki er á føroyskum hondum. Eitt føroyskt váðaráð fær tí einki innlit, ongar veruligar heimildir og tí einki veruligt virkisføri.

Andstøðuflokkarnir í Fíggjarnevndini skjóta upp at broyta navnið á Gjaldstovuni til Landsbanka Føroya, og at týdningarmiklir partar í føroyska fíggjarkervinum javnan hittast at viðgera fíggjarstøðuna í landinum og spurningar, sum hava samband við fíggjarligan váða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297