Nobelnevndin framvegis einki hoyrt frá Dylan

Nobelnevndin framvegis einki hoyrt frá Dylan
Framvegis frættist einki frá Bob Dylan, sum hósdagin í síðstu viku, 13. oktober, fekk bókmentavirðisløn Nobels
 
22.10.2016 - 16:58

Svenska Nobelnevndin hevur ikki fingið fatur á 75 ára gamla Dylan, sum heldur ikki hevur givið seg til kennar.

Dagin eftir at hann hevði fingið virðislønina varð staðfest á Twitter kontoini hjá Dylan, at amerikanski sangarin og sangskrivarin hevði fingið hendan heiður. Seinni stóð eisini at lesa á einari av almennu heimasíðunum hjá Bob Dylan um heiðurin, men tey tíðindini vórðu strikað í gjár.

Nú gevur ein av limunum í Nobel-nevndini ilt av sær.

-Ja, hvat skal ein hugsa. Sigast kann, at tað er bæði óhøviskt og arrogant, sigur svenski rithøvundurin og Nobelnevndarlimurin Per Wæstberg við SVT.

Sambært Wæstberg kemur tað ikki óvart á, at tíðindini um Nobelvirðislønina nú eisini eru strikað á heimasíðu Dylans.

-Hann tykist sera tvørur, so tað kom ikki óvart á, sigur Per Wæstberg, sum enn ikki veit, um Bob Dylan verður hjástaddur tá Nobel virðislønin fyri bókmentir verður handað í Stockholm 10.desember.

-Vit bíða og fáa at síggja. Antin kemur hann, og so er hann vælkomin. Ella kemur hann ikki, og so mugu vit gera okkurt annað. Óansæð, so hevur hann vunnið Nobelvirðislønina í bókmentum, sigur Wæstberg.

Við heiðrinum fylgja átta milliónir, svenskar krónur. Og Nobelnevndin veit heldur ikki, um Bob Dylan vil taka ímóti pengunum. 

Í 1961 noktaði franski rithøvundin Jean Paul Satre at taka ímóti Nobel virðislønini fyri bókmentir. Tað gjørdi hann av prinsipiellum ávum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311