Sigfríður Clementsen skal venja HB

Sigfríður Clementsen skal venja HB
HB hevur í kvøld skrivað sáttmála við Sigfríður Clementsen, sum verður nýggjur høvuðsvenjari hjá felagnum
Finnbogi Arge, formaður í HB og Sigfríður Clementsen, nýggjur høvuðsvenjari í HB
Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir  
 
26.10.2016 - 20:31

Tað verður Sigfríður Clementsen sum skal standa á odda fyri HB í komandi kappingarári.

Sáttmálin, sum er galdandi fyri komandi kappingarár, bleiv undirskrivaður í kvøld.

Sum skilst koma eisini aðrar broytingar á besta liðnum hjá HB. Hópurin skal styrkjast munandi, so HB aftur kann kappast um FM.

Ov spennandi uppgáva at siga nei til

Sigfríður Clementsen sigur við Kringvarpið, at hendan uppgávan er so spennandi, at hann kundi ikki siga nei.

- HB er mest vinnandi felagið í Føroyum, og fólk vænta nógv av HB, og tað motiverar meg, sigur Sigfríður Clementsen.

Hann viðgongur, at tað verður ikki lætt at fáa HB upp millum tey bestu feløgini, men tað er málið.

- Hini feløgini í oddinum blíva ikki veikari, og tí mugu vit styrkja hópin, um vit skulu kappast um ovastu plássini.

HB-venjarin sigur, at felagið leitar eftir styrki til hópin í Føroyum og uttanlands.

Nýggja Effonevndin í HB vildi hava Sigfríður

Formaðurin í HB, Finnbogi Arge, sigur, at fleiri venjarar vóru upp á tal.

Ein meiriluti í nýggju Effonevndini innstillaði Sigfríður Clementsen, sum fremsta kandidatin, til Starvsnevndina, sum setti nýggja venjaran.

Nýggja Effonevndin í HB, sum skal taka sær av besta liðnum, telur millum annað Ragnar Joensen, hann er formaður, og Andrew av Fløtum

Sigfríður Clementsen hevur fyrr verið høvuðsvenjari í ÍF, B36, AB, EB/Streymi, Víkingi og TB.

Í 2005 bleiv hann føroyameistari við B36, og í 2008 vann hann føroyameistaraheitið við EB/Streymi

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650