Rakstrarúrslitið betri enn í fjør

Rakstrarúrslitið betri enn í fjør
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 255 milliónir krónur triðja ársfjórðing í 2016. Tað eru 50 milliónir krónur betri enn sama ársfjórðing í 2015
 
08.11.2016 - 08:25

Tøkan av laksi hjá Bakkafrosti  í triðja ársfjórðingi var 10.700 tons, og smoltútsetingin var 3,8 milliónir smolt. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi í morgun.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, sigur úrslitið fyri triðja ársfjórðing vera nøktandi. Marknaðarprísurin á laksi er framvegis høgur, tó eitt vet lægri enn í undanfarna ársfjórðingi, og alivirksemið gav sera gott úrslit.

Samlaða útboðið av laksi lækkar væntandi umleið fýra prosent í 2016 samanborið við 2015. Saman við einum støðugt stórum eftirspurningi eftir laksi í nærum øllum marknaðum viðførir hetta týðandi hækking av laksaprísinum í 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980