– Ich bin ein Kallstadter!

– Ich bin ein Kallstadter!
- Leingi vildi eg ikki viðganga, at ættfedrarnir hjá mær koma úr Týsklandi, sigur nývaldi amerikanski forsetin, Donald Trump
Bygdin Kallstadt, haðani Trumpfamiljan stavar
 
12.11.2016 - 13:47

- Um nakar spurdi hvaðani familjan hjá mær stavaði, segði eg, at tey komu úr Karlstad í Svøríki.

Hetta sigur nývaldi amerikanski forsetin, Donald Trump, við blaðið The Guardian. - Eg var sera forskammaður at viðganga, at familjan er úr Týsklandi. Familjan Trump kemur úr lítlu bygdini Kallstadt úr Reinland-Pfalz umráðnum. Ein lítil bygd við umleið 1200 íbúgvum, sum er mest kend fyri, at maðurin, sum seinni gjørdi Heinz ketsjupp, kom úr bygdini.

Abbi Donald Trump, Friederich Trump, rýmdi úr heimbygdini bert 16 ára gamal í 1885, og fór til Alaska at grava eftir gulli. Hetta eydnaðist sera væl. og tað gullið hann fann, sendi hann til tvær systrar, sum búðu í New York, og tær báðar keyptu so fastognir fyri gullið.

Eftir at hava grava gull í nógv ár, flutti Friederich Trump heimaftur til Kallstadt, men av tí at hann ikki hevði verið í týskari hernaðartænastu, fekk hann ikki týskan ríkisborgararætt, og flutti tí aftur til Amerika. Tá hevði hann týska konu við sær, og tey fingu sonin Fred Trump, sum so seinni fekk sonin Donald.

Sum sagt, var Donald Trumpi nógv ár forskammaður av sínum týsku ættarbondum, allarhelst tí Amerika og Týskland ikki stóðu so væl um sátt orsaka Fyrra- og Seinna Verðaldarbardøgum.

Í bókini "The art of the deal", sum er um haldilsmannin Donald Trump, sigur hann, at familjan kemur úr svenska býnum Karlstad. Seinni hevur hann so viðgingið, at familjan er týsk, og at hann er errin av at vera ein Kallstadter.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870