Fólkaflokkurin størstur í kanning

Fólkaflokkurin størstur í kanning
Fólkaflokkurin hevði fingið fjórðu hvørja atkvøðu, var løgtingsval nú. Bara eitt prosent er til næststørsta flokkin
Fólkaflokkurin hevði fingið 24 prosent av atkvøðunum, var løgtingsval, staðfestir nýggj veljarakanning
 
15.11.2016 - 15:21

Sambært kanningini hevði Fólkaflokkurin verið størsti flokkur við 24 prosentum av atkvøðunum, um løgtingsval var nú.

Javnaðarflokkurin hevði fingið 23 prosent, Tjóðveldi 22 prosent, Sambandsflokkurin 19 prosent, Framsókn seks prosent, Miðflokkurin fýra prosent og Nýtt Sjálvstýri tvey prosent.

Gallup gjørdi kanningina fyri Miðflokkin í døgunum frá 3. til 18. oktober. 529 fólk vórðu spurd í spurnakanningini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815