Viðgera skuldsetingar móti henni

Viðgera skuldsetingar móti henni
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum skal mánadagin á fund við Landsstýrismálanevndina. Andstøðan sigur, hon hevur fjalt upplýsingar um Váðaráðið
Kristina Háfoss skal mánadagin á fund við Landsstýrismálanevndina í kjalarvørrinum á skuldsetingunum hjá andstøðuni um, at hon hevur hildið aftur upplýsingum um Váðaráðið
 
22.11.2016 - 14:57

Landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum hevur biðið Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, koma á fund við nevndina mánadagin í næstu viku.

Nevndin viðger spurningin, um hon skal viðgera skuldsetingina hjá andstøðuni um Kristinu Háfoss fyri at halda upplýsingum um komandi Váðaráðið aftur fyri Fíggjarnevndini og Løgtinginum.

SÍ EISINI - Hon helt upplýsingum aftur

Talan er millum annað um eitt bræv, sum Kristina Háfoss fekk frá danska vinnumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen, men sum Fíggjarnevndin ikki fekk saman við lógaruppskotinum um Váðaráðið.

Nevndin fekk tó brævið seinni. Landsstýrismálanevndin avgjørdi sjálv at fara í holt við málið. Landsstýrismálanevndin fekk eina rúgvu av tilfari frá Kristinu Háfoss og Fíggjarmálaráðnum um Váðaráðið.

Á fundi í gjár avgjørdi nevndin at geva landsstýriskvinnuni fundarboð næsta mánadag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337